Reiðarin hóttir landsstýrið við endurgjaldi

Jógvan Lützen, reiðari, umhugsar at reisa endurgjaldskrav ímóti landsstýrinum, um fiskiloyvið, sum hann fekk til Jógvan S dagin áðrenn valið, verður tikið aftur

Eftir ólavsøku tekur Jacob Vestergaard landsstýrismaður við fiskivinnumálum støðu til, um fiskiloyvi til línuskipið Jógvan S verður tikið aftur.
Reiðarin á Jógvani S heldur tað vera ein »utopiskan tanka«, at fiskiloyvið verður tikið aftur. Og hendir tað kortini, kann talan gerast um eitt stórt endurgjaldskrav, segði hann við Útvarp Føroya hósdagin.
? Skuldi tað hent seg, at farið verður eftir loyvinum, so mugu vit viðgera spurningin um endurgjald. Og tá skal hædd takast fyri fiskiloyvinum, vit hava fingið tillutað í tíggju ár, og hvørjar inntøkurnar kundu verið av tí. Hædd skal takst fyri útreiðslunum, vit hava havt av at gera Jógvan S kláran til fiskiskap, og tað er ikki einki, sigur Jógvan Lützen, sum ikki vil seta tal á enn.
Skøran og Barið vóru eisini lagdir, so Jógvan S kundi fara til fiskiskap, og tað skal eisini havast í huga, tá eitt møguligt endurgjaldskrav skal gerast upp, sigur reiðarin við Útvarpið.
Kostirnir hjá landsstýrismanninum eru sostatt tvinnir og lítið mjúkir. Letur hann standa til, rýkur hann helst sjálvur. Tekur hann loyvið aftur, so fær hann endurgjaldskrav.