Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum, finst at felagspuljuni, ið Høgni Hoydal og samgongan hava koyrt uppí uppskotið um fiskidagar komandi fiskiár.
- Reiðarafelagið mælir frá at koyra óbrúktar dagar í eina felagspulju, tí skipanin er órættvís, sigur Herálvur Joensen. Hann sigur víðari, at hon rakar serliga tey, ið hava roynt at keypt dagar, havt skilagóðan rakstur og hava samrátt við m.a. bankar um at fáa fígging til virksemi. - Mann straffar tey við at taka dagar inn til umfordeiling, sigur Herálvur Joensen.
- Vit mæla til at umsetiligheit av fiskidøgnum skal gerast lættari og at fari verður frá 60% regluni, í staðin fyri tað, ið nú fyriliggur, sigur Herálvur Joensen.
60% reglan í lógini um vinnuligan fiskiskap er umrødd í §14, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap og sigur um avhending av fiskidøgum:
Eigarar av fiskiførum í høvuðsbólki 2, 3 og 4 kunnu sínámillum í høvuðsbólkinum avhenda fiskidagar fyri eitt fiskiár í senn ella endaliga. Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar, ætlaðir til húkaveiðu, til trolveiðu ella øvugt. Farið verður fram eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð. Avhendingin er treytað av, at partarnir lúka ásetingarnar í § 13, og at í minsta lagi 60% av tillutaðu døgunum, fiskiárið frammanundan, eru nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum. Fyri avhendan millum fiskifør skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virðið á fiskidøgum, grundað á veiðievni.
Bólkur 2 er trolarar, bólkur 3 er línuskip yvir 110 tons og bólkur 4 er útróðrarbátar yvir 15 tons.
Herálvur Joensen sigur annars, at tað er at fegnast um, at flokkar kunnu gera stórar semjur um fiskidagarnar og at niðurskurðurin bleiv avmarkaður.










