Ingolf S. Olsen
-----
Í tíðindskrivi fegnast eisini endurstovnaða Reiðarafelagið um nýggju strandarlandaavtaluna millum Føroyar, Noreg og ES fyri tíðarskeiðið 2014 – 2018, og felagið hevur eisini góðar vónir um, at ES fer at taka burtur aftur sínar handilsforðingar mótvegis Føroyum. Tær komu, tá Føroyar í fjør eisini fóru burtur úr sildaavtaluni við ES og Noreg.
“Føroyar verða ikki partur av sildaavtaluni fyri 2014, men tað skilst, at verður funnið fram til felags fatan um norðhavssildina, fer ES at taka av handilsforðingarnar mótvegis Føroyum”, stendur millum annað í tíðindaskrivinum frá Føroya Reiðarafelag.
Í tíðindaskrivinum verður eisini mælt til at skipa makrelfiskiskapin við eginkvotum, soleiðis at øll fáa sum mest burtur úr:
“Strandalandaavtalan um makrel er, saman við avtalum um atgongd at fiska í norskum og ES sjógvi, gylt høvi at skipa viðurskiftini á ein hátt, ið loyvir skipunum at leggja fiskiskapin soleiðis til rættis, at størst møguligt virði fæst burturúr fiskirættindunum hjá hvørjum einstøkum skipi. Hetta gerst best við at lata skipunum eginkvotur.
Føroya Reiðarafelag fer tí at heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum og politisku flokkarnar um at finna felags stev um at geva øllum skipabólkum, ið taka lut í makrelfiskiskapinum, tryggar karmar og frælsi at fáa sum mest burturúr. Tað gagnar skipunum og tað gagnar landinum”.
Ongin andsøgn
Hetta ljóðar sum tann øvugti boðskapurin av tí, sum stjórin í Felagnum Nótaskip sigur aðra staðir her í blaðnum. Hann ávarar nevniliga ímóti at bera ov skjótt at við at luta makrelkvotuna út sum eginkvotur, tí tær eru bindandi og staðfesta tískil eisini endaliga býtið. Og stjórin í Felagnum Nótaskip ivast í, um politiska skipan er til reiðar til hettar.
Men Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag, sigur, at hann ikki er í andsøgn við stjóran í Felagnum Nótaskip í hesum spurninginum.
– Nei, okkara áheitan er at skilja sum ein generell staðfesting av, at mest fæst burtur úr, tá fiskiskapurin er skipaður við eginkvotum. Hesum trúgvi eg ikki, at nakar av undirbólkunum í Reiðarafelagnum er ósamdur í. Men eg hevði ongantíð roknað við, at allur makrelfiskiskapurin kundi skipast við eginkvotum í ár, tí tað verða tað neyvan stundir til. Tað eru jú stórir politiskir spurningar tengdir at einum endaligum býti, sigur Herálvur Joensen.
Hann var sjálvur við til samráðingar-endaumfarið í Edinburgh, tá føroyski parturin longu var komin upp á pláss, men fór heim eitt sindur áðrenn avtalan loksins varð undirskrivað í London.










