Gunnbjørn Joensen og Rúni V. Poulsen eru nýggir nevndarlimir í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip Á aðalfundi í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip fyrradagin boðaðu nevndarlimirnir Torleivur Mikkelsen og Rói Kalsø frá, at teir stillaðu ikki uppaftur.
Í teirra stað valdi aðalfundurin Gunnbjørn Joensen og Rúna V. Poulsen. Hinir nevndarlimirnir eru Annfinn V. Hansen, Kaj M. Petersen og Jens Meinhard Rasmussen.
Nevndin hevur ikki skipað seg enn.