Reiðarafelagið: Óforsvarligt at samtykkja eitt so kollveltandi uppskot

Stjórin í Reiðarafelagnum vónar, at samgongan kemur við einum nýggjum uppskoti

- Tað er í veruleikanum óforsvarligt at samtykkja eitt so kollveltandi uppskot sum lá í tinginum so seint í árinum, tá ringt er at gjøgnumskoða hvat fer at henda komandi ár og hvørjar umstøður vinnan hevur at virkað undir. Tí vóna vit ikki, at tað verður júst tað sama uppskotið, ið verður lagt fram aftur umaftur í heyst.


Tað segði Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum við útvarpstíðindini hjá Kringvarpinum í kvøld.


Stjórin finst nevniliga at arbeiðsgongdini higartil, ið hann metir er órógvandi fyri vinnuna, og sigur í samrøðuni, at tað rættasta hevði verið at longt um verandi skipan, so at politiska skipanin og vinnan fáa betri stundir at viðgera eina nýggja skipan.


- Tað er bara ein mánaður til nýtt fiskiár byrjar og vit vita enn ikki hvussu tað fiskiárið skal enda. So samanumtikið meta vit, at tað frægasta er at leingja verandi skipan í eina tíð aftrat, soleiðis at eitt nýtt uppskot kann fáa tað viðgerðina, ið tað hevur uppiborið, segði Stefan í Skorini við Kringvarpið.