ES-kommiserurin Olli Rehn, sum hevur umsóknir um limaskap í samveldinum sum málsøki, kom í gjár til Reykjavíkar. Við sær hevði hann umleið 2.500 spurningar, sum hava týdning í sambandi við íslendsku umsóknina um limaskap.
Morgunblaðið skrivar, at íslendska stjórnin skal svara spurningunum sum skjótast og í seinasta lagi tann 16. november, um umsóknin um limaskap skal koma fyri á fundi, sum verður í desember.
Íslendingar ásanna, at spurningarnir eru nógvir, men ugga seg við, at teir eru færri enn teir, sum Montenegro hevur fingið.










