Regnið hóttir gamla Oxford

Vatnflóðin í Onglandi er tann ringasta í 60 ár, og vatnið hóttir nú fleiri ferðavinnumál so sum gamla universitetsbýin Oxford

Tað óvanliga nógva regnið hevur havt við sær, at áin Isis er farin langt upp um bakkarnar við tí úrsliti, at tann kendi og gamli botaniski garðurin hjá lærda háskúlanum í Oxford stendur undir í vatni. Støðan er tann sama í fleiri av teimum gomlu húsunum.

 

Útlitini eru heldur ikki tey bestu, tí teir bretsku veðurmenninir siga frá meiri regni og størri vatnflóð. Teir seinastu dagarnar er vatnið minkað eitt sindur, men tað hjálpr lítið, tí í morgin fer tað aftur at regna av grimd, siga veðurmenninir.

 

Myndugleikarnir siga, at umleið 4.500 hús standa undir í vatni, 50.000 fólk hava ongan streym, og umleið 350.000 hava mist vatnveitingina. Hildið verður, at regnið hevur gjørt skaða fyri meiri enn 30 mia. krónur.

 

-Men vit hugsa fyrst og fremst um Oxford og Abingdon, tí í morgin vænta vit, at Isis verður uppaftur størri, sigur ein talsmaður hjá umhvørvismyndugleikunum við AFP.