Regnið gjørdi aftur ónáðir

Vegir, gongubreytir og kjallar fingu skaða, tá tað regnaði av grimd í Klaksvík mánakvøldið. Støðan í býnum er verri av, at skaðarnir frá tiltikna glopraregnum í fjør ikki eru gjørdir aftur enn

 

Klaksvík: Tað vóru fleiri skaðar í Klaksvík av nógva regninum, sum kom niður mánakvøldið.

Onkrir vegir, gongubreytir og kjallarar fingu skaða, og menn frá Klaksvíkar kommunu vóru til arbeiðis mánanáttina fyri at avmarka avleiðingarnar av oysregninum.

? Tað ger ikki støðuna í býnum betri, at skaðarnar frá regninum 18. september í fjør ikki eru afturgjørdir enn. Tað tykist sum tað lættari flýtur yvir nú, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.


Floymdi í kjallarar

Helnabrekka vísir seg at verða útsett, tá nógv regn er, og aftur hesaferð skolaði partur av gongubreyt og vegi burtur. Hetta var eitt økið, sum var hart rakt í fjør.

Eisini á Traðargøtu fleyt yvir, og vatnið streymaði oman á Víkavegin. Her hevur ein brekka og onkur kjallari fingið vatnskaða.

? Vit hava fingið fleiri fráboðanir um, at vatn er floymt inn í kjallarar og at vegir og gongubreytir hava fingið skaða. Í morgun eru menn farnir at rudda eftir regnið, segði Steinbjørn Jacobsen fyrrapartin í gjár.

Klaksvíkar kommuna hevur roynt at bøta um skaðarnar eftir rengið í september í fjør, men hetta eru umvælingar fyri nógvar milliónir.

Kommunan hevur søkt landsstýrið um fíggjarligan stuðul til umvælingar, men hevur einki svar fingið enn.