- Regnið er bara vátt

Mong av teimum, sum vóru farin á festival í dag, krokaðu í teimum ymsu tjøldunum uppi á vegnum við Vágsbø. Tvey av teimum vóru vinmenninir Jógvan Isaksen og Robert Sivertsen, báðir úr Klaksvík.

 

- Eg havi verið á hvørjum Summarfestivali, tá eg havi verið heima. Tað er minsta krav sum klaksvíkingur, sigur Robert.

 

- Ja, hetta er deiliga hugnaligt. Nøvnini í ár siga mær ikki tað heilt stóra, men tað er stuttligt at møta fólki, sigur Jógvan, sum flestu klaksvíkingar og fótbóltsáhugað kenna sum ein av verjuspælaranum á unga Vodafoneliðnum hjá KÍ.

 

Tað hevur regnað nógv, og sjón fyri søgn vóru ikki so nógv fólk úti fyrr í dag. Men teir báðir halda ikki, at fólk fer at setast aftur einans av tí orsøk.

 

- Regnið er vátt, men soleiðis er tað bara. Tey, sum hava keypt sær atgongumerki fara at koma oman eitt sindur seinni til høvuðsnøvnini, sigur Robert.

 

- Vit búgva í Klaksvík, so regn er nakað, sum vit eiga at at vera von við eftir hondini, sigur Jógvan.

 

Nøvnini í ár siga teimum báðum klaksvíkingunum ikki tað heilt stóra. Men teir eru ikki í iva, hvønn teir høvdu valt næsta ár, um frítt var á øllum hillum.

 

- Tað hevði verið John Mayer, sigur Robert.

 

- Eg hevði so valt Radiohead, sigur Jógvan.