Regnaði inni í Klaksvík

Takið á Badmintonhøllini í Klaksvík lekur, og tí bar ikki til at avgreiða dystin millum Team Klaksvík og StÍF

Dómararnir valdu at av­lýsa dystin fríggja­kvøldið, tí lekarnir bóru við sær, at tað ikki var forsvarligt at spæla hondbólt á hallar­gólvinum.
Ein neyðloysn kundi verið at spælt dystin í KÍ-høllini, men har eru lekar eisini, og tí varð dyst­urin als ikki spældur fríggja­kvøldið.
Lekar hava áður verið ein trupulleiki í Bad­min­ton-høllini, og eftir ill­veðrið í desember mánaði gjørdust hesir enn verri.
Borgarstjórin í Klaks­vík, Jógvan Skorheim, sendi fríggjakvøldið út tíð­inda­skriv, har hann segði, at peningur nú er játt­aður til at umvæla takið á Bad­min­tonhøllini, og at hetta arbeiði byrjar í næstum.