Eitt lágtrýst liggur komandi dagarnar vestan fyri Føroyar og eitt veikt brúgvalag við regni flytir seg í nátt yvir oyggjarnar úr suðri. Fríggjadagin fer væntandi eitt lágtrýst at flyta seg úr útnyrðingsírlandi í ein landnyrðing móti Skotlandi, og seinni víðari í Norðsjógvin, meðan eitt regnøki fer yvir Føroyar av suðri. Um vikuskifti streymar kaldari og turrari luft yvir oyggjarnar úr norði, men mánadagin koma væntandi nýggj brúgvaløg úr útsynningi.
Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, skýggjað men sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig. Um náttina skýggjað úr suðri og í støðum regn, serliga sunnanfyri. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, undir 6 metrar um sekundið, sum um kvøldið snarar í ein eystan. Skýggjað og í støðum regn, men út á dagin klárar av suðri og sólin sær. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina eitt gul til andøvsgul av eystri, upp í 8 metrar um sekundið og skýggjað, men turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, seinni landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og út á dagin regn úr suðri. Hitin millum 8 og 12 stig.
Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, um náttina av vestri. Skýggjað og regn, seinni okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin verður eitt gul til adøvsgul av vestri, 3 til 8 metrar um sekundið, seinni snarar hann í ein landsynning. Samdrigið og okkurt æli. Um náttina regn av útsynningi og andøvsgul upp í eins strúk av vindi av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Hitin millum 7 og 10 stig.
Mánadagin verður fyrst upp í eitt stívt andøvsgul av landsynningi, 7 til 10 metrar um sekundið og skýggjað og regn. Seinni makar hann vindin niður í eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Hann klárar í, men tó verður okkurt æli. Hitin millum 10 og 13 stig.










