Seinnapartin hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum fimm og átta stig.
Fríggjadagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, seinnapartin nakað minni vindur. Ælingur, men eisini sólglottar og hitin millum fimm og átta stig.
Leygardagin verður eitt lot av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig.
Sunnudagin upp í hvassan vind av landsynningi og regn seinnapartin. Mánadagin minni vindur av suðri og yvirhøvur turt. Hitin millum seks og 10 stig.