Fiskiveiðieftirlitið hevur seinastu tíðina fingið rættiliga nógvar fráboðanir um ungfisk, síðan eftirlitið herfyri tók fiskiloyvi frá tveimum partrolarum í Suðuroy og herfyri eisini frá tveimum partrolarum av Skálafjørðinum fyri brot á fráboðanarskylduna, tá skipini høvdu ov nógvan smáupsa uppi í veiðini.
Meinhard Gaardlykke, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at onkran dagin hevur eftirlitið fingið heilt upp í 10-15 slíkar fráboðanir. Reglurnar eru nevniliga soleiðis snikkaðar, at um skiparar boða frá ov nógvum ungfiski í hvørjum háli sær – og henda fráboðan kemur skjótast tilber eftir hálið – heldur skiparin ryggin frían.
- Hvørki lóg ella kunngerðir áseta, at skipið skal gevast at fiska, um vit ikki lýsa bráðfeingis veiðibann. Heldur skiparin seg til fráboðanarskylduna, kunnu vit ikki krevja, at skipið rýmir úr økinum, sigur fulltrúin.
Ymiskar sektir
Meinhard Gaardlykke vísir á, at kunngerðin, sum Fiskiveiðieftirlitið í hesum førinum arbeiðir eftir, er kunngerð nr. 56 frá 26. mars 1993 um serlig tiltøk til vernd av ungfiski.
Fulltrúin sigur, at reglurnar, sum eftirlitið gongur eftir um at taka fiskiloyvi frá skipum, tá fráboðanarskyldan ikki verður hildin, eru hesar:
1) Verður undir kanningini staðfest, at fráboðanarskyldan bert er brotin einaferð á sama túri, verður fiskiloyvi tikið aftur í sjey dagar.
2) Vísir kanningin, at skiparin ikki hevur hildið fráboðanarskylduna í tveimum ella trimum førum, verður fiskiloyvi tikið aftur í 10 dagar.
3) Verður staðfest, at fráboðan ikki er givin sambært reglunum í meiri enn trimum førum, verður fiskiloyvi tikið aftur í 14 dagar.
4) Verður á øðrum sinni staðfest brot á fráboðanarskylduna hjá sama fari, verður fiskiloyvi tikið aftur í tríggjar vikur.
- Tað er í prinsippinum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ger av, hvussu kunngerðin skal fremjast í verki, og tað eru vit, sum umsita skipanina fyri landsstýrismannin, leggur Meinhard Gaardlykke aftrat.
Einki útaftur
Fulltrúin á Fiskiveiðieftirlitinum vísir á, at skip hava ikki loyvi at tveita fisk í havið aftur, og tí skal allur veiddur fiskur førast til lands.
- Tann stóri trupulleikin, sigur Meinhard Gaardlykke, er, at skipini fáa næstan sama prís fyri tann smáa upsan, og tí er áhugin fyri at veiða henda fiskin so stórur.
Hann sigur, at tað er ikki ólógligt at selja undirmálsfisk, tí skipini hava jú loyvi at hava ein ávísan prosentpart av veiðini av smáum fiski.
- Tað einasta, sum í hesum førinum liggur á skiparanum, er, at fráboðanarskyldan verður hildin, og verður hon tað, kunnu vit einki gera – uttan at bráðfeingissteingja leiðina.
Fulltrúin vísir á, at skuldi Fiskiveiðieftirlitið stongt allar tær leiðir, har fráboðanir koma um ov stóra íblanding av smáupsa, høvdu fáar upsaleiðir verið opnar í dag.
- Nú skiparar kunnu vænta sær, at vit kanna lastir fyri smáupsa, og at hetta – um fráboðanarskyldan ikki verður hildin – kann føra til, at fiskiloyvi verður mist yvir eina tíð, fáa vit ein hóp av fráboðanum.
Meinhard Gaardlykke sigur, at Fiskiveiðieftirlitið soleiðis hevur stongt nógv fleiri leiðir í ár enn nakrantíð áður.
Verður sópað
Fulltrúin á Fiskiveiðieftirlitinum vísir á, at tá eitt øki, sum hevur verið bráðfeingisstongt í 14 dagar, verður latið uppaftur, liggja skipini ofta klár at fara innaftur í økið at fiska.
- Einki ólógligt er í hesum, og tá verður alt ”sópað” eftir stuttari tíð, og nógvur smáupsi verður veiddur. Vit kunnu endursteingja eitt slíkt øki, um nýggjar fráboðanir koma eftir, at økið er latið uppaftur, og hetta kemur eisini fyri.
Meinhard Gaardlykke heldur ikki, at skipanin, soleiðis sum hon er skrúvað saman, er nóg góð og í nóg stóran mun verjir ungfisk móti veiði.
- Men hetta eru tær reglur, sum vit sambært kunngerðum hava at halda okkum til, sigur fulltrúin á Fiskiveiðieftirlitinum.