Fakfeløgini hava áður víst á, at føroysku reglurnar um uratkvøðu er ódemokratiskar og ótíðarhóskandi.
Í Føroyum er eitt semingsuppskot, sum sent verður út til ur-atkvøðugreiðslu samtykt, um t.d. 25 % av løntakarunum luttaka í atkvøðugreiðsluni og 100 % atkvøða ímóti.
Um t.d. 45 % av løntakarunum luttaka í uratkvøðugreiðsluni, so er uppskotið samtykt sjálvt um 66% atkvøða ímóti.
Hetta er tí ein skipan, sum er bæði ódemokratisk og ótíðar-hóskandi.
Í grannalondum okkara, t.d. í Danmark er skipanin øðrvísi, tí har valdar vanligur atkvøðumeiriluti, tó soleiðis at um minni enn 40 % av løntakarunum luttaka í uratkvøðugreiðsluni, so er er uppskotið samtykt um ikki minst 25 % av teimum sum hava atkvøðurætt hava atkvøtt ímóti.
Tað er vælskiljandi, at arbeiðsgevarasíðan er so altrá eftir at fáa semingsstovnin at senda semingsuppskotið til uratkvøðu, men tað er óskiljandi, at semingsmenninir so mikið sum hugsa um at brúka eina so avoldaða og ódemokratiska skipan, og tí er tað ikki at undrast á, at fakfeløgini vísa sína missnøgd.