Reglur fyri hvat tingfólk eru í

Tað er umráðandi, at vit fáa eina vegleiðing, sigur løgtingsformaður

Formansskapurin í løgtinginum fer í næstum at gera reglugerð fyri, hvussu tingfólk eru ílatin, tá tey eru til arbeiðis í løgtinginum. Hetta tí Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna uttanfloks, ílatin blusu, ið “feminist” stóð á, helt røðu um javnstøðu á tingsins røðarapalli 27. februar.

 

 

– Eg skal ikki gera meg til dómara fyri, um tað var í lagi, at Sonja Jógvansdóttir var í blusu har á stóð feminist. Men tá man kemur við boðskapum, sum kanska arga onkran, so verður tað ein spurningur um, hvat er loyvt, segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, við Kringvarpið í morgun.

 

 

– Sumt er hugsjónarliga tónað og annað partur av vinnulívi ella ítróttarheiminum. Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit fáa eina vegleiðing um, hvat vit sum parlament halda er vera nøktandi, og tað hava vit ikki í dag, segði hann.