Kommunan hevur klárar reglugerðir um til dømis arbeiðstíðir, førleikamenning og royking. Í oktober komu tvær nýggjar reglugerðir, sum eru um kynsligan ágang og happing á arbeiðsplássunum.
- Tað sum tað gongur út uppá, er at reglugerðirnar skulu vera fyribyrging á økinum. Eg vil ikki siga, at vit hava happing á arbeiðsplássinum, men man hoyrir nógv um tað, tað kann til dømis vera á barnagørðum og skúlum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Fyri at fyribyrgja hesi tingini og at vegleiða hava vit gjørt eina reglugerð, sum sigur, at á arbeiðsplássunum hjá Tórshavnar kommunu, vilja vit ikki hava, at happing gongur fyri seg.
Savna starvsfólkini
Fyri at savna nøkur av teimum mongu starvsfólkunum, lat kommunan fyri einum ári síðan eina kantinu upp í Posthúskjallaranum. Har kunnu øll starvsfólk hjá kommununi møtast at eta um morgunin og á middegi. Tey flestu, ið nýta kantinuna, starvast í miðbýnum, til dømis fólk á margarinfabrikkini, býarbókasavninum, tannlæknastovuni og fyrisitingini.
- Kantinan er eitt savningspunkt fyri starvsfólkini, sum í arbeiðinum eru spjadd í nógvar bygningar, sigur Heðin Mortensen.
- Vit hava fingið stak góðar reaktiónir frá starvsfólkunum, og hetta hevur eisini haft ávirkan á heilsuna, tí fólk fáa sunnan mat har.
Samrøður
Komandi ár fer kommunan undir at hava starvsfólkasamrøður, ætlanin er, at tær skulu vera á hvørjum ári. Har skulu starvsfólkini tosa við sín egna leiðara, um hvat tey eru nøgd og ónøgd við, og hvørjar ætlanir tey hava í sínum starvi.
- Vit ætla at ganga starvsfólkinum á møti so vítt tað er møguligt. Eg haldi at tað hevur stóra ávirkan á trivnaðin, at starvsfólkini vera hoyrd, sigur Heðin Mortensen.
- Eg haldi, at tað sum skapar trivnað, er, at man følir seg væl, tá man fer til arbeiðis, og at man er millum starvsfólk, sum eru blíð, fyrikomandi og hjálpsom. Tað hevur nógv at siga og tað ger, at tú fært nógv burturúr arbeiðsdegnum, sigur Heðin Mortensen.