Regina Baltica siglir aftur

Regina Baltica, sum avloysir Smyril, hevur havt tekniskt brek í dag, men trupulleikin er funnin og skipið siglir aftur. Skipið hevur ligið við bryggju í Havn í dag, men fráferðin var sett til klokkan 13:15.

Tekniskir trupulleikar við portrinum gjørdu, at skipið hevur ligið.

Men tað eydnaðist at finna trupulleikan og finna eykalut.

Conrad Gaard Joensen á Strandferðsluni sigur, at ein hydraulikkslanga í samband við portrið var farin, og hetta hevði við sær eina sonevnda ketureaktión, sum gjørdi, at annað heldur ikki virkaði.

Men Regina Baltica, sum avloysir Smyril, sum er í dokk, siglir nú aftur og var fráferðin av Havnini sett til klonkkan 13:15.