Brekið við bógportrinum á Regina Baltica er nú umvælt, og siglt verður av Havnini klokkan 20:30 Strandferðslan boðar nú frá, at brekið umborð á avloysaraskipinum hjá Smyrli, Regina Baltica, er rættað, og siglt verður av Havnini klokkan 20:30.
Eingin sigling hevur verið um Suðuroyarfjørð í dag, tí tá Regina Baltica skuldi fara av Havnini í morgun vóru trupulleikar við bógportrinum. Roynt hevur verið at umvælt brekið í allan dag, men tað sá svart út. Strandferðslan hevði tí leiga Silju Star og Froyð at sigla fólk á Hvalba klokkan 18:30. Men nú boðar Strandferðslan so frá, at brekið er umvælt, og at Regina Baltica fer av Havnini klokkan 20:30.