Regin Guttesen á veg við nýggjari útgávu

Tað eru skjótt sjey ár síðani, at Regin Guttesen seinast lat eina fløgu úr hondum í Føroyum, men seinni í ár kemur ein nýggj útgáva á marknaðin. Vanliga fæst hann við lættan rytmiskan tónleik, men fløgan Momento, sum verður útgivin 2. novembur, skilir seg burtur frá hinum. Hon er nevniliga fyri tað mesta ein instrumental útgáva.

- Hóast eg vanliga fáist við lættan rytmiskan tónleik, so havi eg altíð fingist við at spæla klaverstykkir. Eg lurti nógv eftir instrumentalum tónleiki. Alt frá jazzi til klassiskt, hóast eg hvørki eri jazz ella klassiskur tónleikari. Útgávan eitur “Momento”, sum merkir “løta” ella “eygablik”. Tey 14 løgini, sum verða á fløguni, eru ein samling av løgum, sum eru gjørd í teimum stillu løtunum tey seinastu 20 árini.

 

Tað eru longu 24 ár síðani, at fyrsta útgávan hjá Regini Guttesen, Ein Glotti fyri framman, kom út. Tað var í 1992. Í 1997 kom Writing You a Song, í 2001 kom Xenos og í 2009 kom Fjakkari og í 2012 italska fløgan Straniero. Momento verður sostatt sætta útgáva hansara.

 

Eins og vanligt hevur Regin Guttesen fingið dugnaligar tónleikarar aftur at sær, men á hesi fløguni fær hann eisini hjálp frá makedónska symfoniorkestrinum.

- Tað er ein gamal dreymur at spæla hesi løgini saman við einum symfoniorkestri. Men tað er ikki bara at siga tað, at fáa eitt heilt symfoniorkestur við á eina fløgu. Mátin, ið makedónska symfoniorkestrið arbeiðir, ger tað meira atkomiligt, sigur Regin Guttesen. Umframt orkestrið, eru tað eisini føroyskir og amerikanskir tónleikarar og sangarar við á Momento. Upptøkurnar eru gjørdar í Italia, Makedónia, Amerika og í Føroyum.

 

- Í løtuni verður seinasta hond løgd á tónleikin. Vit sita júst nú í Keypmannahavn og ljóðblanda útgávuna. Tað er vinmaðurin Óli Poulsen sum ljóðblandar, sigur Regin Guttesen.

 

Greinin er partur av longri samrøðu við Regin Guttesen, sum verður at lesa í Vikublaðnum, sum verður borið út mánadagin.