Regin fer at forklára fyri norðoyingum

Stjórin á Bakkafrost fer greiða norðoyingum frá um framtíðar virksemi í Norðoyggjum

Nú skulu norðoyingar hava eina frágreiðing um, hvørjar framtíðarætlanir, alirisin, Bakkafrost hevur í Norðoyggjum.

 

Hesa frágreiðingina fáa norðoyingar, tá ið Vinnulívsráðið í Klaksvík skipar fyri almennum fyrilestri í sjónámið hóskvøldið 31. oktober.

 

Tað elvdi til rumbul, tá ið Bakkafrost kunngjørdi, at framtíðarætlanin er at savnað alt virksemi á Glyvrum, uttan sjálva alingina.

 

Tað merkir, at arbeiðið hjá fyritøkuni í Norðoyggjum, og aðrastaðni í landinum, verður niðurlagað samsvarandi.

 

Tí hevur Vinnulívsráðið nú fingið á Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, at greiða frá framtíðini hjá Bakkafrost í Norðoyggjum hjá Bakkafrost.

 

Aftaná frágreiðingina frá stjóranum á Bakkafrost, fer Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, at tosa um at seta ferð á nýskapandi virksemi.