Regattasiglingin setti met í bátatali

Regattatiltakið, sum Hósvíkar Róðrarfelag skipaði fyri fríggjakvøldið, eydnaðist sera væl. Talið av bátum setti met, og kvøldið í Hósvík var sera hugnaligt í góðum líkindum – og í góðum hýri

REGATTA

Fríggjakvøldið skipaði Hósvíkar Róðrarfelag fyri árligu regattasiglingini, sum er av Eiði til Hósvíkar. Hetta var tíggjunda árið á rað, at skipað varð fyri hesum tiltaki, sum hesaferð setti met í bátatali.
Úr Hósvík verður sagt, at talið av bátum lá um 140, og so nógvir hava bátarnir ongantíð verið áður.
Í regattasiglingini savnast bátarnir á Eiði, haðani lagt verður frá landi um 19-tíðina, og síðan eru teir seinastu bátarnir væntandi í Hósvík einar tríggjar tímar seinni.
Hesaferð vóru fleiri kappróðrarbátar eisini við í regattasiglingini, og teir settu eisini sín dám á tiltakið.
Í Hósvík varð borðreitt við døgurða í stórum tjaldi, og seinni varð eisini skipað fyri góðum dansi, har fleiri hundrað fólk dansaðu og hugnaðu sær til langt út á náttina.
Tær mongu manningarnar, sum vóru við í regattasiglingini og lógu nátt í Hósvík, fingu eisini morgunmat, tá tann tíðin kom.
Leygarmorgunin hildu fleiri av manningunum leiðina fram til Nólsoyar á ovastevnu.
Bæði regattasiglingin í Sundalagnum, sum endaði við stóraballi í Hósvík leygarnáttina og ovastevna í Nólsoy vórðu hildin í bestu líkindum – og við stórari luttøku.