Aftur í ár skipar Hósvíkar Róðrarfelag fyri regatta av Eiði suður til Nólsoyar. Og skráin er hin sama sum undanfarin ár.
- Vit loysa frá landi á Eiði klokkan seks fríggjakvøldið, og so damla vit suður til Hósvíkar. Mong nýta høvið at grilla umborð á vegnum suðureftir, so fólk hugna sær veruliga, sigur Sonni Samuelsen, formaður í Hósvíkar Róðrarfelag.
Hann sigur, at fleiri fólk hava meldað til regattaina, men ilt er at meta um luttøkuna, tí sjómannadagurin er lagdur sama vikuskiftið, sum regattain og Ovastevnan.
- Men tað mugu vit bara taka, sum tað kemur, sigr Sonni Samuelsen.
Tá komið er suður til Hósvíkar verður borðreitt við einum døgurðabita og seinni um kvøldið og náttina verður dansur. Tað fer fram í bygdarhúsinum.
Og um onkur gerst svangur gjøgnum náttina ber til at keypa sær eina pylsu, tí pylsuvognar standa bæði við bygdarhúsið og niðri á keiini.
- Tað er eitt nýtt orkestur, Forever, sum hevur sína sveinaroynd fríggjakvøldið, sigur Sonni Samuelsen.
Sær gott út
Um luttøkuna annars sigur Sonni Samuelsen, at tað er upp og niður, alt eftir veðrinum.
- Í fjør vóru vit 600 fólk í 120 bátum, men vit hava eisini verið uppi á 800 fólkum. Hann sigur gott veður í ár, men so er bara spurningurin, hvussu sjómannadagurin fer at ávirka regattaina, sigur Sonni Samuelsen.
Leygardagurin byrjar við morgunmati í bygdarhúsinum frá klokkan átta á morgni. So verður lagt frá landi klokkan 13.30 við kós móti Nólsoy.
- Vit royna so vítt gjørligt at sigla í einum samlaðum flota, men tað eru altíð nakrir, sum hava skund og ikki njóta túrin sum flestu onnur gera. Men tað má bara verða so, sigur Sonni Samuelsen.
Byrjað verður sum nevnt á Eiði fríggjakvøldið, og um tað skuldi verið onkur, sum ætlar sær við, men ikki hevur meldað til enn, so ber til at gera hetta á telefon 722503, 261596 ella á heimasíðuni hosvik.com á linkinum regatta og harundir tilmelding.










