Regatta í Sydhavnini í Keypmannahavn

Tann 29. august klokkan 14.00 verður føroyskur kappróður í Keypmannahavn. Aftur í ár skipar Róðrarfelagið Knørrur fyri kapróðuri vid Kalvebodsløbet í Sydhavnini.

Knørrur er eitt ungt felag, ið var stovnað í 2002, og heldur til í Hvidovre. Hetta er triðja ár á rað, at Knørrur skipar fyri egnu regatta í Keypmannahavn.

Skráin verður hendan:

13:30 Vælkomin v/ formanni í Knørri, Birgit Christensen

14:00 Kappróður, Heini Davidsen varpar út

17:00 Heiðursmerki verða handaði

19:00 Veitsla við mati og tónleiki í Føroyahúsinum. Øll eru vælkomin

23:00 Lutaseðlar verða trektir

Umstøðurnar at hyggja at róðrinum við Kalvebodsløbet eru sera góðar. Áskoðarirnir kunnu hoyra tónleik og keypa øl, sodavatn, tvíflísar, kaffi og køkur. Lutaseðlar verða seldir, men tikið verður ikki móti dankorti. Tað er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tann12. september skipar Føroyskt Felag á Vestursælandi fyri kapróðuri í Sorø. Hetta er seinasti róðurin í Danmark í ár og verða vinnarirnir av samlaðu Danmarkskappingini funnir tá.

3. oktober verður róðrargalla í Føroyahúsinum.