– Longu undanfarna fríggjadag gjørdi eg bæði Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, og Barbaru Holm á Sosialinum varugar við, at týðandi partar av greinunum í Sosialinum um ófriðin í Kringvarpinum vóru villleiðandi.
– Síðani havi eg havt eitt ávíst samskift við Barbaru Holm – ikki minst gjøgnum miðlarnar. Tað undrar meg, at tíðindaleiðarin í KvF ikki hevur sett seg í samband við meg aftur, síðani eg ringdi til hana tann fríggjadagin og boðaði henni frá, at álvarsamur ivi var sáddur um hennara ábyrgdarøki í KvF.
Soleiðis skrivar Ivan Hentze Niclasen, sum var redaktørur í Degi og Viku, í viðmerking til skrivingina um orrustuna í Kringvarpinum.
Hann sigur víðari, at tíðindaleiðarin var virkin partur av tí redaktionellu viðgerð, sum førdi til samrøðuna við Eyðun Mørkøre, stjóra í TAKS, í kjakinum eftir Dag og Viku týskvøldið tann 26 september.
– Tí skuldi tað verið laga manni hjá tíðindaleiðaranum at staðið undir liðini á mær at verja tíðindaflutningin í KvF móti villleiðingunum í Sosialinum, og móti tí duldu keldu í KvF, sum hesar villleiðingar m.a. byggja á.
Lesið viðmerkingarnar frá Ivani Hentze Niclasen VIÐ AT TRÝSTA HER