Red Bull Racing og Ferrari kunngjørdu í dag, at liðini hava skrivað sáttmála um, at Red Bull Racing frá næsta kappingarári koyra við Ferrari motorum. Í løtuni koyra Red Bull við Cosworth motorum. Avtalan við Cosworth er leivd frá tíðini tá liðið æt Jaguar.
Avtalan við Red Bull endar eftir øllum samstarvið millum Ferrari og Sauber liðið. Sauber hevur seinastu 9 árini brúkt Ferrari motorar. BMW og Sauber hava seinastu tíðina samráðst um samstarv.










