Erdoğan hevur nú staðfest avgerðina

- Vit eru komin til eitt avgerandi vegamót á vegnum at gerast fullgyldugur limur í Nato, sigur svenski forsætisráðharrin.

 

 

 

Útlendskir miðlar vita í kvøld at siga, at turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdoğan, nú hevur staðfest avgerðina hjá tjóðartinginum um at loyva Svøríki at gera limur í Nato.

Formella góðkenningin av svensku umsóknini fór fram í kvøld, tá forsetin undirskrivaði og soleiðis staðfesti avgerðina, sum turkiska tjóðartingið tók fyrr í vikuni.

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, er væl nøgdur við, at Turkaland nú endaliga hevur góðkent, at Svøríki kann gerast limur í verjusamgonguni, Nato.

 

- Vit eru komin til eitt avgerandi vegamót á vegnum at gerast fullgyldugur limur í Nato, verður svenski forsætisráðharrin endurgivin fyri at siga við norska Dagbladet í kvøld.