Rebekka stillar upp fyri Framtakið

Rebekka Vestergaard, sum í 2011 stillaði upp fyri Javnaðarflokkin, er nú listanum hjá Framtakinum at verja rættin velja medisinskt kannabis, og hon sigur soleiðis um seg sjálva:

 

»Eg eiti Rebekka Vestergaard, eigi tvey børn og eri pedagogur.

 

Eg havi búð og arbeitt í Íslandi, Skotlandi og Norra. Har havi eg arbeitt við fiski, og síðani havi eg lisið til pedagog í Danmark og arbeiði nú í barnagarðinum á Tvøroyri.

 

Eg velji at stilla upp við Framtakinum, tí eg taki undir við rættinum til at velja medisinskt kannabis. Eisini stilli eg upp fyri at gera nakað við bústaðarpolitikkin í Føroyum, ið eg meini skal líkjast tí í Danmark. Serliga vil eg hjálpa upp á bústaðarstøðuna hjá einligum foreldrum og øðrum einligum og lágløntum. Hetta má fáast í lag í Føroyum - ikki í morgin, men skuldi verið komið í lag fyri 100 árum síðani.«

 

Rebekka Vestergaard gjørdist nummar 34 á listanum hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið í 2011 við 23 atkvøðum.