Stjórin í bretska partinum av Rupert Murdoch-fyritøkuni News International, Rebekah Brooks, er farin frá. Í einari innanhýsis fráboðan skrivar hon, at hon átekur sær ábyrgdina av kreppuni, sum er íkomin, eftir at tað er komið fram, at blaðið News of the World brúkti ólógliga telefonlurting.
-Eg havi handað Rupert og James Murdoch mína uppsøgn, og teir hava tikið hana til eftirtektar, skrivar Rebekah Brooks.
Murdoch-feðgarnir hava longu funnið eftirmannin at seta í stjórasessin í News International. Tað er Tom Mockridge, sum hevur arbeitt í Sky Italia, sum Murdoch eisini eigur.









