Hvørki Cristiano Ronaldo ella Lionel Messi skoraðu, tá Real Madrid og Barcelona í kvøld vunnu í fyrru hálvfinalunum í sponsku steypakappingini, Copa del Rey.
Lagt var upp til tvær spennandi hálvfinalur millum grannarnar úr Madrid, Real og Atletico. Atletico Madrid er oddalið í Spania í løtuni, og hevur loksins fingið takið á Real Madrid í innanhýsisdystunum.
Men í kvøld var alt við tað gamla á Santiago Bernabeu, sum heimvøllurin hjá Cristiano Ronaldo og hansara monnum. Real Madrid vann 3-0 og tað skal ganga illa, um hvítklædda kongaliðið ikki skal koma í finaluna. Tvær ferðir var talan um skot, ið raktu verjuspælara hjá Atletico Madrid og snýttu málverjan. Sosatt var talan um tvey sjálvmál. Hitt málið skoraði Jese.
Sum altíð, so vóru Real Madrid spælararnir og Atletico Madrid framherjin, Diego Costa, í hornatøkum. Myndir eftir dystin vísa millum annað Pepe blása úr øðrum nasaglugganum eftir Diego Costa, sum sjáldan er ósekur, tá hann er íblandaður tvídysti. Diego Costa fekk gult kort í dystinum og verður tí ikki við í seinna dystinum. Tað sá Pepe heilt víst tað stuttliga í(Sí mynd).
Heldur einki Messi mál hesaferð
Lionel Messi skjýtur ikki so nógv mál fyri tíðina. Heldur ikki í dag var hann á toppinum, hóast Barcelona vann 2-0 á Real Sociedad. Gestirnir høvdu eitt verjukent útgangsstøði, men kundu við hepni verið á odda.
Tað endaði við, at Sergio Busquets og eitt klossut sjálvmál gjørdist munurin í dystinum. Barcelona hevði bóltin nógv og kundi havt økt, men satt at siga, so tykist Barcelona langt frá tí liðnum, sum undir Pep Guardiola var heimsins besta fótbóltslið.
Real Madrid og Barcelona skulu nú bara halda høvdið kalt, so skuldi verið lagt upp til eitt brag av eini finalu.
Copa del Rey – fyrri hálvfinalur:
Real Madrid – Atletico Madrid 3-0
1-0 Sjálvmál, 19
2-0 Jese, 57
3-0 Sjálvmál, 73
Barcelona – Real Sociedad 2-0
1-0 Sergio Busquets, 44
2-0 Sjálvmál, 60