Real Madrid-verjuleikari til Middlesbrough

Jonathan Woodgate skifti fyri trimum árum síðani frá Newcastle til spanska Real Madrid. Tilveran í Madrid var alt annað enn nøktandi, har hann plágaður av skaðum ikki fekk nógva leiktíð. Í fjør varð hann leigaður út til Middlesbrough, og har hevur gingið munandi betur hjá honum. Woodgate hevur í dag skrivað undir fýra ára sáttmála við felagið. Ein sáttmáli, ið kostar Middlesbrough 75 milliónir krónur.

 

Jonathan Woodgate er kendur sum ein sterkur miðverjuleikari, og hevur undir tilveruni í Newcastle leikt nakrar dystir fyri enska landsliðið.