Real Madrid og AC Milan eru víðari

Champions League: Tað blivu tey søguríku Champions League liðini, sum vunnu seg víðari

Real Madrid og AC Milan vunnu seg í gjár víðari til hálvfinalurnar í Champions League. Real Madrid er við sínum 14 Champions League steypum søguríkasta felagið í kappingini, meðan AC Milan við sínum sjey sigrum er næstmest vinnandi felagið. Tað var ikki bara søgan, sum í gjár tryggjaði teimum víðari luttøku, men helst gjørdi hon mun.

 

Chelsea – Real Marid 0-2 (0-4 samanlagt)

 

0-1 Rodrygo, 58

 

0-2 Rodrygo, 80

 

Real Madrid hevði eina 2-0 leiðslu við til London og hon kom ongantíð ordiliga í vanda. Chelsea hevði nakrar møguleikar, men teir bestu endaðu hjá N’golo Kanté, sum ikki útmerkar seg til at skjóta mál.

 

Tá Real Madrid hinvegin fekk málmøguleikar, so vóru teir ósjálvsøknir og trillaðu bóltin sína millum til tað var nærum ógjørligt at misnýta. Í báðum førum kundi ungi brasilski framherjin, Rodrygo, takka fyri upplegg og skjóta bóltin í málið.

 

Real Madrid er fyri 32. fer í hálvfinaluni, meðan kreppan tykist halda fram í Chelsea. Frank Lampard hevur nú tapt fýra teir fyrstu dystirnar í nýggja starvinum.

 

Chelsea: Arrizabalaga; Chalobah, Thiago Silva, Fofana; James, Kanté, Fernández (Sterling 67), Kovačić, Cucurella (Mudryk 67); Gallagher (João Félix 67); Havertz (Mount 77)

 

Real Madrid: Courtois; Carvajal (Nacho 82), Militão, Alaba (Rüdiger 46), Camavinga; Modrić, Kroos (Ceballos 76), Valverde; Rodrygo (Asensio 82), Benzema (Tchouameni 71), Vinícius Júnior

 

Napoli – AC Milan 1-1 (1-2 samanlagt)

 

0-1 Oliver Giroud, 43

 

1-1 Victor Osimhen, 90+3

 

Tað eydnaðist ongantíð Napoli at seta seg á hesa uppgerðina. Tað ber ikki til at siga, at Champions League søgan vann dystin fyri AC Milan, men tað er ein sannroynd at Napoli hevur verið nógv betri í Seria A í ár, men tapti rímiliga greitt í hálvfinaluni.

 

AC Milan kom við eini 1-0 leiðslu og Oliver Giroud kundi havt skorað longu eftir 22.minuttir, tá AC Milan fekk brotsspark. Tað bleiv bjargað og helst skuldi Napoli eisini fingið eitt brotsspark stutt seinni, men eftir VAR-tjekk bleiv tað ikki dømt.

 

Tá so Napoli fekk sítt brotsspark, átta minuttir fyri tíð, brendi Khvicha Kvaratskhelia. Tríggjar minuttir inn í yvirtíðini bragdaði endiliga hjá heimaliðnum. Victor Osimhen stútaði eitt innlegg í málið, men tað var ov seint.

 

AC Milan hevur av álvara lyft seg til til hesa uppgerðina og er í hálvfinaluni fyri fyrstu ferð síðani 2007. Tá vann AC Milan eisini Champions League. Napoli verður italskur meistari í ár, men enn hevur steypið við stóru oyrunum ikki verið í suðuritalska býnum.

 

Napoli: Meret; Di Lorenzo, Rrahmani (Østigård 74), Juan Jesus, Mário Rui (Olivera 34); Ndombélé (Elmas 63), Lobotka, Zieliński (Raspadori 74); Politano (Lozano 34), Osimhen, Kvaratskhelia

 

AC Milan: Maignan; Calabria, Kjær, Tomori, Hernández; Tonali, Krunić; Brahim Díaz (Junior Messias 59), Bennacer, Rafael Leão (Saelemaekers 84); Giroud (Origi 68)