Real Madrid noktar málverja at tosa katalanskt

Kiko Casilla slapp ikki at tosa sítt móðirmál í samrøðu við katalanskan miðlamann

Tað liggur djúpt í katalanska fólkinum, at teimum var noktað at práta teirra móðirmál tey árini Franco, generalur var einaræðisharri í spanska ríkinum, árini 1939-1975. Tað var bara til fótbóltsdystir á fótbóltsleikvøllinum, at katalanar og baskar fingu høvið at úttrykkja seg á sínum móðirmáli.

 

Nú er eldur aftur komin í gamla málstríðið í Spania. Real Madrid hevur katalanskan málverja, Kiko Casilla, sum vardi málið hjá Real Madrid, tá Real Madrid á heimavølli vann 3-2 á Valencia. Sum allir aðrir katalanar tosar Kiko Casilla flótandi spanskt, men tá katalanskir miðlar biða um eina samrøða vil hann gjarna gera samrøðurnar á katalanskum.

 

Hetta var noktað katalanska málverjanum aftaná 3-2 sigurin ímóti Valencia. Ùtvarpsstøðin "Catalunya Radio" bað um eina samrøðu á katalanskum, men hetta var steðgað av pressutalsmanninum hjá Real Madrid, sum bað Kiko Casilla um at gera samrøðuna á sponskum. 

 

Tað margháttliga er, at Real Madrid forðar ikki Cristiano Ronaldo í at gera samrøður á portugisiskum, ella Gareth Bale at gera samrøður á enskum, ella Luka Modric at gera samrøður á kroatiskum við respektivar miðlar úr Portugal, Wales, og Kroatia.  Men Kiko Casilla sleppur ikki at gera samrøður á sínum móðirmáli.

 

Barcelona er høvuðsstaðurin í Katalonia. FC Barcelona kappast við Real Madrid um at vinna spanska meistaraheitið, og tí sleppur Kiko Casilla ikki at gera samrøður á sínum móðirmáli.