Real Madrid, Milan og Juve vilja hava Benitez

Rafael Benitez hevur verið fyri nógvum ákoyringum hetta kappingarárið og nógvar gitingar hava verið frammi um framtíðina hjá honum. Dailymail skrivar at Real Madrid, AC Milan og Juventus halda eyga við støðuni hjá honum.

 

Benitez hevur fyrr arbeitt við Real Madrid. Teir taptu í gjár fyri Lyon, og vantandi fær sitandi venjarin, Manuel Pelligrini, sekkin um ikki Real Mandrid kemur víðari í Champions League. Leonardo í AC Milan er í somu støðu. Teir taptu á heimavølli 3-2 fyri Manchester United. Eftirfylgjandi hevur Milan eigarin, Silvio Berlusconi, víst sína ónøgt við brasiliska venjarin.

 

Juventus søgdu Ciro Ferrara úr venjarastarvinum fyri kortum. Teir hava fyribils sett Alberto Zaccheronin sum venjara.

 

Rafael Benitez skrivaði annars undir ein nýggjan fimm ára sáttmála í summar, men vánaliga gongdin og óstøðugu eigaraviðurskiftini hava gjørt støðuna hjá Benitez minni trygga.

 

Liverpool skal í kvøld spæla móti Unirea í Europa League.