Real Madrid hevur eina nýggja stjørnu tøka

Champions League: Eden Hazard er tøkur eftir skaðafráveru, meðan Chelsea hevur næstan allar mans tøkar

Fyri níggjundu ferð upp á ellivu ár, er Real Madrid í hálvfinaluni í Champions League. 13-faldu vinnararnir av kappingini hava verið hart raktir av skaðum, men nú eru bæði Eden Hazard og Toni Kroos tøkir, umframt at spælarar sum Dani Carvajal og Raphaël Varane eru við aftur.

Gestirnir úr London hava allar mans uttan Mateo Kovacic klárar. Chelsea hevur ikki eina eins stolta søga í Champions League, um vertirnir úr Madrid, men Thomas Tuchel tykist hava fingið skipað liðið væl. Tí eru sannlíkindi fyri, at talan verður um eina taktiska uppgerð.

Real Madrid: Courtois; Carvajal, Varane, Militão, Nacho; Casemiro, Kroos, Modrić; Vinícius Jr, Benzema, Asensio

Ikki við: Mendy, Ramos, Valverde, Vázquez

Chelsea: Mendy; Azpilicueta, Thiago Silva, Rüdiger; James, Jorginho, Kanté, Chilwell; Mount, Havertz, Werner

Ikki við: Kovačić