Real Madrid í finaluni

Fyri aðru ferð upp á trý ár eru bæði Madrid feløgini í finaluni

Real Madrid vann í kvøld 1-0 á Manchester City, og hevur vunnið seg í Champions League finaluna saman við Atletico Madrid.

 

Eyðkent fyri hálvfinalurnar millum hesi bæði liðini hava verið, at undirhaldið hevur verið av minna lagi. Soleiðis var eisini í kvøld, tá eitt sjálvmál frá Fernando tryggjaði Real Madrid ein samlaðan 1-0 sigur á Manchester City.

 

Real Madrid var omaná leikliga og skapti teir møguleikarnar, sum vóru í dystinum. Manchester City hevði syndarliga lítið at vísa í framrættaða spælinum, har Sergio Aguero spældi væl verri enn miðal.

 

Einsamalla málið í hálvfinaluni á Santiago Bernabéu í kvøld kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Gareth Bale royndi seg við skoti, sum Fernando avrættaði upp í málhorið.

 

Sostatt verður Champions League finalan í Milano millum Madrid liðini Real og Atletico. Tað er ein endurtøka av finaluni í 2014, tá Real Madrid vann eftir longda leiktíð.

 

Real Madrid (0) – (0) Manchester City 1-0 (0-0)

1-0 Fernando, 20 sjálvmál