Real Madrid fekk fótin

Real Madrid brúkti ein ólógligan spælaran, og er tveitt úr steypakappingini

Real Madrid er ikki longur partur av Copa del Rey kappingini, sum er steypakappingin í Spania. Orsøkin er, at felagið brúkti ein ólógligan spælaran í dystinum móti Cadíz.

 

Les eisini:Real Madrid í álvarsligum trupulleikum

 

Talan er um Denis Cheryshev, sum farna kappingarár var útleigaður til Villareal. har fekk hann trý gul kort í steypakappingini, sum útloysir leikbann í ein dyst. Av tí, at Villareal ikki spældi í kappingini eftir triðja gula kortið, hevur hann leikbann til komandi dyst í steypakappingini.

 

Tíðindini fingu bein at ganga á, meðan dysturin móti Cadíz var í gongd. Denis Cheryshev legði Real Madrid á odda. Og so fingu tíðindini bein at ganga á. Orsaka av tíðindunum skifti Rafael Benitez Denis Cheryshev út í hálvleikinum. Real Madrid vann dystin 3-1.

 

Eftir dystin kallaði forsetin í Real Madrid til tíðindafund, har hann greitt frá, at Real Madrid einki skeivt hevði gjørt. Felagið hevði ikki fingið røttu boðini frá fótbóltssambandinum, og tí metti hann ikki, at Real Madrid kundi revsast fyri hendingina.

 

Í fjør var Osasuna tveitt úr kappingini, tá teir av óvart brúktu Unai Garcia, sum hevði leikbann. Tá bleivu teir eisini tveittir úr kappingini.