Um vikuskiftið tapti Real Madrid á heimavølli í sponsku La Liga, og týskvøldið gjørdist talan so um sannan avsmurning, tá stjørnusetta liðið vitjaði í Lyon í fyrsta dystinum í bólkaspælinum í Champions League kappingini.
Aðra staðni í Europa vísti Rosenborg, at hóast trupulleikar í heimligu kappingini, so kann liðið enn gera um seg í Europa, og verjandi meistararnir úr Liverpool fingu eisini eina góða byrjan. Teir vunnu trupla útidystin móti Betis við 2-1.
Úrslitini týskvøldið vóru annars hesi;
Milan-Fenerbache 3-1
Chelsea-Anderlecht 1-0
Artmedia Bratislava-Inter 0-1
Lyon-Real Madrid 3-0
Olympiakos-Rosenborg 1-3
PSV Eindhoven-Schalke 04 1-0
Rangers-Porto 3-2