Verður fløkjan við Cristiano Ronaldo ikki loyst, so kann Cristiano Ronaldo avheintast fyri 1,5 milliardir krónur.
Tað fór runt allan heimin, tá Cristiano Ronaldo gjørdi vart við, at hann ikki er glaður í Madrid. Hann vildi ikki gleðast um málini hann skjeyt í dystinum móti Granada og síðani hava søgurnar verið nógvar um hvat er gali.
Tær flestu søgurnar hava hug at nevna løn sum trupulleikan. Í Spania hava fótbóltsleikarar bara goldið 24 prosent í skatti, men tað er nú broytt. Nú er skatta prosentið fyri fótbóltsleikarar 52 prosent, sambært Goal.
Crstiano Ronaldo fær áleið 75 milliónir krónur í løn um árið, men tað er væl minni enn menn sum Zlatan Ibrahimovic(PSG) og Samuel Etoo(Anzhi).
Sjálvur hevur Cristiano Ronaldo avsannað, at tað er orsaka av løn, at hann er ónøgdur.










