Real avdúkar Mourinho í dag

Tað hevur leingi ljóða, at Jose Mourinho í summar skiftur til Real Madrid. Mourinho, ið vann italsku landskappingina, steypakappingina og Champions League við Inter Milan í ár, segði sjálvur við týkst sjónvarp eftir Champions League sigurin, at hann skal venja Real Madrid komandi ár.

 

Enn er tað ikki almanna kunngjørt, men í dag klokkan 13 hevur Real Madrid boðið til tíðindafund. Tað er eingin ivi í fjølmiðlinum, at orsøkin til tíðindafundin er, at Jose Mourinho skal avdúkast sum venjari hjá Real Madrid.

 

47-ára gamli Jose Mourinho hevur annars eina fortíð í Barcelona, sum eru argastu kappingarneytarnir hjá Real Madrid. Frá 1996 til 2000 var Mourinho ein partur av venjaratoyminum hjá Barcelona.