Japanska stjórnin sigur nú, at hylkið rundan um reaktorin á kjarnorkuverkinum Fukushima 1 fekk ikki skaða av spreingingini í morgun. Ein av bygningunum á kjarnorkuverkinum fór í luftina av einari harðari spreinging tíðliga í morgun, og stutt eftir kunngjørdu myndugleikarnir, at fólk, sum búðu minni enn 20 kilometrar frá verkinum, skuldu flytast burtur haðani.
Naoto Kan, forsætisráðharri, sigur, at fólk skulu ikki stúra, og at myndugleikarnir fara at taka øll neyðug stig til tess at verja fólkið.









