Bretska løgreglan hevur almannakunngjørt, at maðurin, sum er undir illgruna fyri ógvisliga knívsálopið í Forbury Garden í enska býnum Reading í gjár, er 25 ára gamli Khairi Saadallah, sum er flóttafólk úr Libya.
BBC vil eisini vera við, at bretska fregnartænastan, MI5, hevur havt kunnleika til mannin.
Sambært kelduni hjá BBC hevði Saadallah ætlanir um at ferðast í útlond - møguliga í yvirgangsørindum, men tá fregnartænastan kannaði mannin, varð mett, at tað ikki hevði nógv upp á seg.
Tað var seinnapartin í gjár, at maðurin fór at stinga frá hond í Forbury Gardens nærhendis tokstøðini í Reading. Eygnavitni søgdu tá, at maðurin brádliga rann eftir einari mannamúgvu stakk eftir teimum, áðrenn hann vendi sær móti aðrari mannamúgvu og rann eftir teimum.
Tá tey runnu undan, skifti maðurin kós, og rann aftur eftir einari aðrari mannamúgvu, ið ikki var greið um, hvat tað var, í fyrifórst.
Ein løgreglumaður var síðani skjótur at fáa mannin til jarðar, og hann varð síðani handtikin.
Stutt eftir atsóknina vóru filmsbrot á síggja á Twitter, har fleiri fólk lógu í grasinum í Forbury Gardens og bløddu, meðan onnur góvu teimum eina hjálpandi hond. Twitter hevur kortini tikið avgerð um at taka filmsbrotini burtur, og heitt hevur verið á fólk um ikki at leggja slíkt tilfar út á netið.
Løgreglan kannar í løtuni knívstunguna sum eitt yvirgangsmál.