Nú skal Øravík aftur á Føroyakortið.
Øravík er ein gamal, søguligt pláss, men tað eru ikki so nógv, sum geva tí gætur.
Men tað ætlar Suðuroyar Kunningarstova nú at gera nakað við.
?Øravík er í veruleikanum eitt sera forvitnisligt pláss, sigur Jonny Dimon á Suðuroyar Kunningarstovu.
Tí heldur hon, at tað er spell, at tað eru so fá, sum geva tí gætur.
Í Øravík er m.a. tann gamli tingstaðurin í Suðuroy. Har varð ting hildið í øldir, har alskyns mál, bæði stór og smá, komu til viðgerðar.
Tingstovan er í einum gili einans 10 minuttir til gongu frá vegnum.
Í gilinum er ein stórur, flatur steinur, sum varð brúktur til tingborð.
Kendast av teimum málum, sum vóru fyri á tingið í Øravík, er óivað málið, sum vit kenna aftur úr søgnini um Snæbjørn.
Beint við tingstaðin er Rossatindur, har tey, sum møttu á tingið tjóðraðu hestarnar.
Í Øravík eru eisini tvey pláss, fólk vórðu avrættað fyri ymisk brotsverk.
Har eru Skarpheyggjar, har fólk vórðu hálshøgd og niðri í mølini er Gálgagjógv, har fólk vórðu hongd.
Jonny Dimon sigur, at eldri fólk søgdu altíð, at á einum ávísum stað í Gálgagógv var grasið serliga grønt.
Har skuldi tey liggja jarðað, sum vórðu avrættað.
Fólkafundur í morgin
Jonny Dimon heldur, at tað er spell, at fólk ikki kenna meiri til hesi plássini.
Fyri at bøta um tað. verður í fyrstu atløgu fólkafundur á gamla tingstaðnum sunnudagin klokkan 14. Har fer Steinbjørn B. Jacobsen, lærari og rithøvundur, at halda røðu.
Fólk verða biðin um at hava Songfólk Føroya Fólks við og tað sakar helst onki, um tey eisini hava heitt drekka við sær.
Jonny Dimon veit, at hetta er ikki besta árstíðin at hava eitt slíkt tiltak.
Tað hevur eisini verið leingi í umbúna, men altíð er okkurt komið í vegin. Og nú má tað so vera.
Ætlanin er at møtast úti á Gálganum kl. 14 og so verður farið til Øravíkar, haðani farið verður til gongu niðan í tingstovuna.
Annars verða skelti sett upp við vegin, sum vísa fólki á, hvar tingstovan Uppi Millum Stovur er.
Ætlanin er eisini at seta skelti upp, sum vísa á onnur søgulig støð í Suðuroy, eitt nú Gálgagjógv í Øravík, Sigmundsgjógv í Sandvík og Havgríms Grøv í Hovi.