Rattið verður og koyringin sleingjandi

Týsdagin 21. februar var fyrsti dagur at ein sonevndur spritt-simulator var í Studentaskúlanum í Hoydølum, har næmingar fingu høvi at royna, hvussu tað kennist at koyra ávirkaður av rúsdrekka

Uttan fyri Studentaskúlan í Hoydølum stóð ein svartur vøruvognur við donskum nummarplátum við einum spritt-simulatori inni í, meðan næmingarnir gingu upp á skift fyri at royna, hvussu tað kennist at koyra bil við 0,8 promillu í blóðinum.

Tað var sum at seta seg inn í ein vanligan bil við instrumentborði, bakkispegli, startlykli, bremsupedal og spitara.

Forrúturin er ein telduskíggi. Bilurin verður settur í gongd, meðan bilførarin situr við rattið og hyggur inn í skíggjan. Koyrt verður eftir vanligum landsvegi og gjøgnum býir.

Talan er um eitt telduforrit, sum simulerar vanliga koyring. Fyrst er vanlig koyring á skránni, har førarin kemur út fyri ymiskum ferðslutrupulleikum, sum hann loysir við at venda, bremsa, spita o.s.fr. Telduforritið gevur síðan møguleika til at simulera, at førarin t.d. hevur 0,8 promillu av alkoholi í blóðinum. Tað merkir m.a. at sjónarøkið er smalkað, rattið verður ótrygt og koyringin sleingjandi. Og nú fær bilførarin annað at síggja. Nógv mótkoyrandi ferðsla er, og bilførarin hevur nógv at taka atlit til, bæði vegarbeiði, ferðsluljós, djór sum fara tvørtur um vegin og tað vanliga - ein bóltur kemur út á vegin og lítla løtu seinni eisini ein smádrongur.

Thomas Gerdes, projektleiðari hjá Rådet for Større Færdselssikkerhed, sigur, at endamálið við at koma út á skúlarnar við hesum simulatorinum er, at vísa hvussu reaktiónstíðin broytist, tá ein hevur drukkið, bilførarin hevur ikki tamarhald á støðuni og má brúka nógva orku til at konsentrera seg um at halda bilin á vegnum og ikki koyra á ymsikar hindringar á vegnum. Ein telduskíggi er eisini uttan fyri bilin, so tað ber til hjá øðrum næmingum at fylgja við koyringini.

Áðrenn farið var í gongd við spritt-simulatorinum, var felagstími fyri
øllum skúlanum við fyrilestri og filmi.


Tað er Ráðið fyri Ferðslutrygd, ið skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Rådet for Større Færdselssikkerhed í Danmark og "GODA- Gode Alkoholdninger", sum er
felagsskapur settur á stovn av felagsskapinum fyri Foreningen af Danske
Spiritusfabrikanter, V.S.O.D. - Vin og Spiritus Organisationen í Danmark og
Bryggeriforeningen.

Atlantic Airways, Smyril Line, Føroya Lívstrygging og Hotel Tórshavn stuðla
tiltakinum. Fyrilestrarnir eru fyriskipaðir í samstarvi við Rúsdrekkasølu
Landsins.

Tað er Anna Louisa Joensen frá ferðslutrygd, sum stendur fyri verkætlanini.

Í tíðarskeiðinum frá týsdegnum 21 februar til mánadagin 13. mars fer
sprittsimulatorurin at ferðast til miðnámsskúlarnar kring landið.

----------------------------------------------------------------------------------------------

Skráin komandi vikurnar: (í gráan kassa)


Studentaskúlin í Hoydølum týs. 21-feb
Studentaskúlin í Hoydølum mik. 22-feb
Tekniski Skúli í Klaksvík hós. 23-feb
Studentaskeiði í Klaksvík hós. 23-feb
Sjómansskúlin í Klaksvík hós. 23-feb
Tekniski Skúli í Havn frí. 24-feb
Miðnámsskúlin í Vági mik. 1. mar
Studentaskúlin á Kambsdali mán. 6. mar
Handilsskúlin á Kambsdali týs. 7. mar
Sjómansskúlin í Havn mik. 8. mar
Fiskivinniskúlin í Vestmanna hós. 9. mar
Handilsskúlin í Marknagili mán. 13. mar
---------------------------------------------------------------------------------------------