? Tað er ein sannroynd, at vit innan føroyska sjúkrahúsverkið í dag hava alt ov nógvar tænastur, ið yvirlappa hvørja aðra. Hetta er alt ov kostnaðarmikið, og tá útreiðslurnar á økinum vaksa alt ov skjótt, er neyðugt at fara at hyggja eftir, um tað ikki ber til at rationalisera, soleiðis, at tað slepst undan nøkrum av hesum dupultfunktiónum.
Helena Dam á Neystabø vísir á, at hetta ikki bert eru hennara hugsanir, men hugsanirnar hjá einum púra samdum landsstýri. Harafturat vísir hon á, at um rætt verður atborið, er eingin ivi um, at rationaliseringarnar fara at føra til betri tænastu innan tað føroyska sjúkrahúsverkið sum heild.
Betri útgerð enn landssjúkrahúsið
Uttan at hon vil siga nakað nærri, nevnir landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, at tey bæði smærru sjúkrahúsini eru nógv betri útgjørd á nógvum økjum enn landssjúkrahúsið. Tískil heldur hon møguleika vera fyri, at ymiskar serviðgerðir verða býttar út á hesi bæði sjúkrahúsini.
Eisini vísir Helena Dam á Neystabø á, at um tað slepst undan dupultfunktiónum, verður tryggari hjá sjúklingunum á tann hátt, at pláss og pengar verða at hava teir liggjandi longri á sjúkrahúsi í staðin fyri, sum nú, at útskriva fólk sum skjótast, hóast tey áttu at verið verandi á sjúkrahúsinum og fingið tað røttu eftirviðgerðina, venjingina ella hvat teimum nú tørvar. Millum annað vísir Helena Dam á Neystabø á fysioterapeutiska viðgerð, uppafturvenjing og so fram vegis, og sigur hon, at hetta gevur smærri sjúkrahúsunum eitt nógvar ferðir størri sjúklingagrundarlag enn tey hava í dag.
? Tískil eiga vit sum skjótast at fara undir eitt kjak um býti av funktiónum á teimum ymisku sjúkrahúsunum. Eitt býti, ið rationaliserar føroyska sjúkrahúsið, men sum samstundis veitir øllum føroyingum eina trygga tænastu, sigur Helena Dam á Neystabø, og vísir á, at tað eru nógvir føroyingar, ið kundu hugsað sær at fingið eina betri tænastu innan føroyska sjúkrahúsverkið.
Fjalir útyvir
Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík og løgtingslimur, segði við Sosialin hósdagin, at hann ræðist Helenu Dam á Neystabø, tá hon skal taka avgerðir um tey trý sjúkrahúsini. Hann segði seg halda hana vera ov veika á økinum, og tískil letur hon seg stýra ov nógv av embætisfólkum og ráðgevum, ið nógv eru útlendingar, og tískil ikki duga at seta seg nóg væl inn í føroysk viðurskifti.
Men Helena Dam á Neystabø vísir hesum skuldsetingum aftur. Hon sigur útsagnirnar hjá Jógvani við Keldu vísa, at hann ikki torir at viðgerða støðuna innan føroyska sjúkrahúsverkið við opnum sinni, og tískil fjalir hann útyvir við slíkum útsagnum. Eftir hennara tykki, veit Jógvan við Keldu væl, at tað eigur at verða framd ein rationalisering innan føroyska sjúkrahúsverkið, men hann er bangin fyri, hvussu hetta fer at raka Klaksvíkar Sjúkrahús.
? Nær kunnu vit so vænta, at rationaliseringin verður framd í verki?
? Tað fer helst at taka nøkur ár, at fáa rationaliseringarnar framdar í verki, men einaferð skal byrjast, og tað kunnu vit gera við at seta okkum niður at tosa um, hvussu hetta skal gerast. Hetta er ikki nakað, ið vit her í Føroyum knappliga hava funnið uppá, men nakað, ið verður gjørt í meginpartinum av vesturheiminum. Og skulu vit hava ein skilagóðan fullveldisbúskap, má hetta gerast.
Helena Dam á Neystabø vil tó ikki útgreina meira av ætlanum sínum um rationalisering av føroyska heilsuverkinum sum heild. Hetta heldur hon fyrireikingarnar eru komnar ov stutt til enn.