Rasmus Rasmussen, Tórshavn:

Eg eri í einum gomlum brúðarklædningi frá 70’unum, sum eg havi keypt fyri 75,- í Blákrossbúðini.

Slipsið havi eg lænt frá babba, og skjúrtuna hevur mamma keypt og strokið. Sólbrillurnar hevur tvíburðasystir mín valt, tá ið eg var og vitjaði hana í Englandi. Ringarnar havi eg keypt á festivalum í Noregi og á Roskilde.