Um páskirnar verður eitt høvi at síggja nøkur av teirra listaverkum, tvey heilt ymisk listafólk, sum lýsa listina á hvør sín hátt.
Maigun hevur málað oljumálningar síðani seinast í áttatiárunum. Hon hevur tó altíð fingist við at tekna, serliga við kol og pastell. Í 70'árunum hevði hon eitt brævskeið í nøkur ár við kenda listamannin Åge Skjold, sum eisini eggjaði henni til at útbúgva seg innan myndlistina. Maigun hevur havt framsýningar ymsastaðni í Føroyum og í Íslandi.
Rasmus er kendur fyri síni pappírsklipp, sum hann á ein meistarligan hátt setur saman til sermerkt listaverk, flest fólk kenna hansara myndir frá nærumhvørvinum í Havn og aðrastaðni í Føroyum. Í 1996 prýddi Rasmus útgávuna av jólamerkjum, ið Postverkið gav út. Klippmyndirnar hjá Rasmusi eru ikki bara kendar í Føroyum, nógvar av hansara klippmyndum hanga eitt nú, í Danmark, USA, Russlandi og aðra staðni.
Framsýningin letur upp skírisdag kl. 14:00 og er opin til 23. apríl.