Rasmus droymir um eitt høvuðsvenjarastarv (FM1)

(FM1) Hoyr Rasmus Nolsøe, hjálparvenjara hjá HB og Poul Ingason hjá TB seta orð á dystin HB-TB 3-0 (2-0)

##med2##

HB vann tryggan 3-0 sigur á TB á heimavølli í dag, har enntá Adrian Justinussen eisini brendi brotsspark fyri HB. Sebastian Pingel og tvær ferðir Pætur Petersen syrgdu fyri, at HB vann 3-0.

Poul Ingason hjá TB heldur, at tað var longu avgjørt í steðginum tá HB var á odda 2-0. Poul staðfestir, at TB ikki eingong hevði eina ærliga roynd á málið hjá HB.

Rasmus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB heldur, at tað aftur í dag var ein trupuleiki, at HB-arnir ikki taka av málmøguleikunum. Ein afturvendandi trupuleiki, ið hevur sent HB úr FM-stríðnum, og alt ov tíðliga úr Europa League undankappingini.

Rasmus Nolsøe hevur lært nógv av Heimir Guðjónsson, ið nú gevst í HB, og sjálvur tekur Rasmus venjaraútbúgving á A-støði nú. Rasmus dylur ikki, at hann droymir um at gerast høvuðsvenjari hjá einum liði í Betrideildini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna "Triði Hálvleikur" á FM1 gjørdi við Rasmus Nolsøe, ið ikki torir at tippa ein FM-vinnara millum B36 og KÍ.

2) Hoyr samrøðuna "Triði Hálvleikur" á FM1 gjørdi við Poul Ingason, ið hevur KÍ sum greiðan favoritt til at vinna FM-finaluna í Gundadali komandi leygardag. 

(Samrøður: Rasmus Nolsøe, HB og Poul Ingason, TB)