Rasmus Olsen býr á Lützenstrøð í Havn. Tað vil tað siga tað sama sum at hann búði har inntil eldur kom í húsini um 23 tíðina fríggjakvøldið
Tá Rasmus kom heim frá arbeiði sínum fríggjakvøldið, fór hann at gera sær ein døgurðabita. Síðani setti hann seg síðani í stovuna at hyggja at Degi og Viku, sum vant. Hann sigur at hann síðani ringdi til son sín, og boðaði frá, at hann ætlaði sær tíðliga í song, áðrenn hann sløkti alt niðriundir, sum hann altíð ger.
Hann tekur síðani iPaddin við sær í song, og byrjar at hyggja at dokumentar sendingini hjá Kringvarpinum um Sigurfari. Meðan hann hyggur at sendingini sovnar Rasmus, og vaknar aftur tá roykvarnarin fer í gongd.
Hann hvøkkur við og leypur niðurundir. Hann sær glæmurnar av eldinum, sum speglast í hurðini, men sær ongan eld. Húsið er alt fylt við royki og er so ræðuliga heitt, sigur hann. So minnist hann ikki meir inntil hann vaknar við aftur í sjúkrabilinum.
Les meir um hendingina í Sosialinum í dag.










