Rasisma skal úr fótbóltinum

Eingin felags yvirlýsing varð gjørd, tá føroysku feløgini høvdu fund fríggjadagin. Men einmæld semja er um, at ein møguligur trupulleiki við rasismu, skal takast í størsta álvara

Fótbóltur

Óli Holm, FSF-forseti, sigur, at fundurin viðgjørdi málið væl og virðiliga. Og orðaskiftið bar boð um, at talan er um ein trupulleiki, sum fleiri feløg hava kent.
- Tað verður ikki soleiðis, at feløgini ella FSF koma við eini felags yvirlýsing, men tað er eingin sum helst ivi um, at hetta er nakað, sum føroyskur fótbóltur tekur kraftiga frástøðu frá.
- At eingin felags yvirlýsing verður gjørd her og nú, kemst einamest av, at ein slík í sjálvum sær ikki loysir nakran trupulleika. Feløgini eru hinvegin á einum máli um, at formenninir nú fara aftur til baklandið hjá sær, har spurningurin verður tikin upp. Altso soleiðis at venjarar, leiðarar og onnur, sum varða av tí, sum fyriferst í øllum feløgunum, verða tikin við í arbeiði. Tí tað er fyrst og fremst við einum aktivum innsatsi, at vit kunnu koma einum slíkum trupulleiki til lívs, sigur Óli Holm.