Hevði ilt við at trúgva mínum egnu eygum, tá ið eg las samrøðuna við Shardu Róin Magnussen í Dimmalætting frá 11. september. Í greinini fortaldi Sharda um ta vánaligu viðferðina, sum hon og synir hennara fingu á eini matstovu, og at hon í sínum 38 ára langa lívi sum ættleidd er so von við slíka óvirðiliga viðferð. Tað, sum nívir hana allarmest, er skríggjandi tøgnin frá okkum øðrum, tí eingin talar at.
Vit skulu IKKI góðtaka, at húðarlitur skal áseta virðið á menniskjum, hóast hetta tíverri er ein brutalur veruleiki fyri Shardu og fleiri við henni. Vit føroyingar hava í nógv áratíggju verið røsk at ættleiða børn úr øðrum londum. Og seinastu árini hava vit fingið nógvar nýggjar borgarar í Føroyum, sum koma úr øllum heiminum. At øll hesi menniskju noyðast at liva eitt lív við fordómum og rasismu, skulu vit als ikki góðtaka.
Runa Preeti Ísfeld hevur skrivað phd-ritgerð um kvinnur, sum flyta til Føroya, tí tær hava funnið sær maka. Og arbeiðið hjá Runu vísir, at nógvar kvinnur mugu liva við illgitingum og fordómum um teirra motiv fyri at koma higar. Tí hvat býr veruliga undir? Hetta mugu vit sum medmenniskju og sum samfelag eisini gera betur.
6. juni í ár skipaðu politisk ungmannafeløg saman við Amnesty International og øðrum fyri stórum tiltaki við heitinum Black Lives Matter í miðbýnum í Havn. Tá hoyrdu vit fleiri fortelja um gerandisrasismu og um, hvussu eitrandi hendan gerandisrasisman er. Fyri meg var hendan løtan sanniliga eitt høvi at síggja bjálkan í egnum eyga, heldur enn at stara meg blinda av flísini í eyganum á hinum.
Við tiltakinum Black Lives Matter vístu hundraðtals av føroyingum, at vit ikki eru líkasæl, og vónandi var hetta mótmælið ikki ein staktilburður. Eg haldi, at vit við hesum væleydnaða tiltaki í huga skulu hava ein fastan dag um árið, har vit gera vart við, at vit ikki góðtaka rasismu. Á hendan hátt kunnu vit vísa, at Sharda, synir hennara og øll tey mongu menniskjuni í okkara landi, sum eru fødd við øðrum húðarliti enn tí bleika, eisini skulu vera vælkomin og væl viðfarin í teirra heimlandi Føroyum.
Kristianna Winther Poulsen,
valevni hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið 2020